|
|
Sjósavnið á Ólavsøku
Á ólavsøku - 28. og 29. juli - er Sjósavnið opið frá kl. 14:00 til 20:00
Annars er í summar - og fram til 1. sep. - opið hvønn dag frá 14:00 til 17:00
_________________________________________________
Myndir frá kongaligu vitjanini, og av fiskum o.ø. á Sjósavninum,
eru at síggja á Facebook-síðuni hjá Føroya Sjósavn
_________________________________________________
Sjósavnið er ikki alment opið í vikuskiftinum 26. og 27. juni vegna kongaliga vitjan
Sunnudagin 27. juni kl. 14.45 kemur Hansara Hátign Heindrikur prinsur at vitja Føroya Sjósavn.
Vitjanin varar í umleið 30 min. Vit gleða okkum nógv til vitjanina.
Í sambandi við vitjanina er gjørt eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði. T.d. er Sjósavnið málað innan og uttan.
_________________________________________________
Fotoframsýningin hjá Hans Eli Sivertsen er aftur at síggja
Framsýningin "Veðurlag, sjógvur og lív" er tikin niður á Sjósavninum.
Ístaðin er framsýningin hjá Hans Eli Sivertsen við fotomyndum av fuglum og náttúru aftur at síggja.
Fotomyndirnar á framsýningini kunnu bíleggjast á Sjósavninum.
1 mynd fæst fyri 200 kr., og 3 myndir fyri 500 kr.
_________________________________________________
Sjósavnið opið hvønn dag frá 15. juni
Frá 15. juni er Sjósavnið opið hvønn dag frá 14-17
Tó verður ikki opið 26. og 27. juni vegna tess, at Sjósavnið fær vitjan av Prinsgemalinum sunnudagin tann 27. juni.
Annars kunnu skúlar, barnagarðar og aðrir bólkar bíleggja eina vitjan við at ringja til tlf. 575 132 ella 505120
_________________________________________________
Mentanarnáttin 28. mai 2010
Henda dagin hevði Føroya Sjósavn opið frá kl. 18-22 - Heili 110 vitjandi vóru, og tað eru vit væl nøgdir við.
_________________________________________________
Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu
Í samband við Umhvørvisveiðuna, sum var í Umhvørvisvikuni, høvdu vit 409 vitjanir,
so tað kann sigast, at hetta tiltak eydnaðist væl, sjálvt um høgættin til tíðir var nakað illfýsin.
_________________________________________________
Veðurlag sjógvur og lív
Í samband við nýggja framsýning, um veðurlag sjógv og lív, er sjósavnið opið leygardagar og sunnudagar frá kl 14:00 til kl 17:00.
Hygg í leinkjuna omanfyri, so tú kanst kunna teg eitt sindur um framsýningina áðrenn tú kemur á vitjan.
____________________________________________________________________________
_________________________________________________
Hans Eli Sivertsen sýnir fram fotomyndir á Sjósavninum

______________________________________________________________________
Nýtt Hemaramet!
Hósdagin 6/2 -09 fekk Jóhan Simonsen stórsta hemaran, sum nakrantíð er fiskaður við tráðu í Føroyum. Hemarin vigaï 223,5 kg. Hetta merkir eisini at Jóhan er fremstur í kappingini Shark Atlantic 08/09. Síðsta vetur vann Heini Weihe Shark atlantic við einum hemara sum vigaði 196 kg.
Hyggi inn í myndasavnið á breddanum vinstrumegin.
____________________________________________
Nú koma reyðhávaungarnir úr eggunum
Øll sum hava vitjað sjósavnið síðsta árið hava lagt til merkis reyðhávaeggini. Smáblettuti reyðhávarnir trivast væl á sjósavninum. Fleiri av teimum hava lagt egg við jøvnum millumbilum. Fyri at tey ikki skuldu blíva etin, hevur Bjørki tikið tey og hongt tey til framsýningar í einum akvariumi, har vandin fyri at tey blivu etin ikki var so stórur. Eggini eru nøkunlunda klár, so at tað hevur borið til at síggja ungan sprakla inni í egginum. Nú eru so ungar byrjaðir at koma úr eggunum og teir hava tað fínt. Hygg í myndasavnið fyri at síggja myndir av reyðhávum, eggum og ungum.

___________________________________________
Heystfagnaður á sjósavninum

I heystfrítíðini hjá skúlabørnunum er aftur í ár heystfagnaður á søvnunum í býnum.
____________________________________________
Á multuveiðu í Miðvági
4 juni vóru Sjúrður Poulsen heimildarnaður, Árni Frederiksen myndamaður og okkara menn Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti á multuveiðu í Miðvági. teir høvdu tvey gørn við sær, sum vóru 1,5 metur høg og 25 metur long. Tveir menn sótu í bátinum meðan tveir menn vóru í sjónum heilt inni í ósanum í Miðvági. Mennirnir í sjónum høvdu hvør sín enda á garninum og drógu tað inn ímóti landi. Nú eru multurnar inni á framsýningini á sjósavninum. Um tú vilt síggja hvussu veiðan fór fram kanst tú kaga í myndasavnið omanfyri. Um tú vilt síggja multurnar kanst koma og vitja framsýningina hjá okkum á Argjum.

____________________________________________
Forvitnisligur gestur á Sjósavninum
Ikki var Ólavsøkan meira enn av, tá ið ein sera sjáldsamur og forkunnugur gestur kom á sjósavnið. Úr bátahylinum á Toftum fiskaðu tveir smádreingir, brøðurnir Rógvi og Torleif Hansen, ein svartan hummara. Hesin hummarin er als ikki í Føroyum - í hvussu so er ikki fyrr enn nú. Talan er um eina stóra hon, sum er full av rognum. Hvar hummarin kann hugsast at koma frá er ikki gott at vita. Síðst í 70´unum gjørdi Knút Nolsø nakrar royndir at seta hetta hummaraslagið út í Føroyum. Nakrir vórðu tá settir út eystalaga á flesjunum. Um hesin hummarin er ein leivd frá hesum útsetingunum, er farin til gongu líka úr Hetlandi ella kanska er komin í bátahylin á Toftum á onkran annan hátt lystir okkum at vita á Sjósavninum. Um onkur veit okkurt at siga okkum frá, mugu tit endiliga ikki halda tykkum aftur. Tit kunnu ringja til 505120 ella 505121. Fleiri myndir av hummarinum eru í myndasavninum.

____________________________________________
Firvaldasavnið hjá Hans Eli Sivertsen verður sýnt fram á Føroya Sjósavni á Ólavsøku
Hans Eli er ógvuliga kønur firvaldasamlari. Hann er eisini ein framúr góður myndamaður. Umframt firvaldarnir, eru eisini nakrar av myndum hansara at síggja inni í framsýningini á sjósavninum um ólavsøkuna.
Tú kanst eisini síggja nakrar myndir her á heimasíðuni um tú fert inn á myndasavnið hjá okkum.
___________________________________________
Tað verða tiknar nógvar myndir á sjósavninum. Vit hava nú skipað myndirnar hjá okkum í eitt myndasavn. Um tú ert áhugaður í tí, sum gongur fyri seg á sjósavninum, kanst tú hyggja inn í myndasavnið av og á. Vit fara at royna at leggja nýggjar myndir í savnið so ofta sum til ber.
Tú skalt bara trýsta á myndasavnskassan omnafyri, so kemur tú inn í myndasavnið
______________________________________________________________________
Sjósavnið hevur føðingardag
Sjósavnið hevur føðingardag í dag tann 9 apríl. Tað er júst eitt ár síðani Føroya Sjósavn lat upp. Tað var fyrst og fremst Tórshavnar Býráð, ið við stuðli og leigu av bygningi gjørdi Føroya Sjósavn møguligt. Mentamálaráðið og innlendismálaráðið hava eisini stuðlað sjósavninum av ymiskum stuðulsjáttanum, sum ráðini umsita. Gávugrunnurin í Eik Banka stuðlaði eisini verkætlanini í fjør. Øllum hesum takka vit hjartaliga fyri tann stuðulin, okkum er veittur higartil í søgu savnsins. Nógv onnur, her ónevnd, hava veitt sjósavninum eina hjálpandi hond. Vit vóna at vit fara at hava eitt gott samstarv framyvir.
Vinarliga vegna nevndina í Føroya Sjósavni.
_____________________________________________
Lutakastið um páskirnar
Á páskum var lutakast bæði millum tey sum vitjaðu sjósavnið tá ið heystfagnurin var, og ímillum tey sum høvdu teknað, loyst uppgávur, klipt fjaðrar á toski á jólum.
Vinnararnir av teimum vitjandi á heystfagnaðinum vóru Djóni Liasson, Djúpagilsvegur, Tórshavn og Kristianna, sum býr í Brøttulíð í Tórshavn. Tórur, sum býr í Berjabrekku í Tórshavn vann lutakastið millum tey sum høvdu loyst uppgávur á páskum.
Tey fáa øll eitt árskort til sjósavnið galdandi fyri seg sjálvan og ein vaksnan.
_____________________________________________
Sum lundi á jólanátt
Í tí eina akvariuminum á sjósavninum er ongin sjógvur nú um jólini.
Vanliga verður sagt, um onkran, sum er sjáldsamur gestur, at hann er sum lundi á jólanátt.
_____________________________________________
Fiskabókin er komin
Fiskabókin, sum vit øll, sum hava nakað við sjógvin at gera, hava bíða eftir í spenningi, er nú komin. Vit á sjósavninum ynskja Rógva Mouritsen og Astrid Andreassen hjartaliga tillukku við hesum megnaravrikinum.
Framúrskarandi myndirnar hjá Astrid hava vit fingið loyvi til at brúka í skeltingini á sjósavninum, so tit kunnu væntað fínari skelti, og fleiri uppgávur til børnini, um tit koma at vitja á sjósavninum í næstum.
_____________________________________________
Lir á sjósavninum
Tá ið Bjørki í morgun 19/11 kom oman á sjósavnið, legði hann til merkis nøkur egg til støddar við ertrar, á botninum á tí langa stóra karinum. Tað vísir seg at tann eini lirin hevur gýtt.

____________________________________________
Størsti hemarin higartil í ár
Fríggjadagin tann 09/11 vóru Jóannes Gaard og Bogi Jacobsen á hemaraveiðu á Kirkjubønesi. Á veg heim tók ein stórur hemari agnið hjá Jóannesi. 4 tímar vardi bardagin. Hemarin bleiv vigaður á Føroya Sjósavni leygarmorgunin 10/ 11 kl 10:00, og hann vigaði 160 kg.
___________________________________________________________
Ågot enn einaferð!
Línuskipið Ågot úr Klaksvík og manning tess, hava, líka síðani Føroya Sjósavn lat upp fyri einum hálvum ári síðani, verið hollir stuðlar hjá Føroya Sjósavni. Mikudagin gjørdu teir tað aftur! Teir komu inn við 3 fínum lirum, og ikki minni enn 4 úlvfiskum. Tann eini úlvfiskurin er tíverri longu deyður, men vit vóna tað besta um hinar úlvfiskarnar.
_________________________________________________________________
Skríðandi, tysjandi, froysandi náttúra!
Mánadag til fríggjadag, 15.okt – 19.okt, kl 11 - 16
________________________________________________________________
Sjósavnið verður bygt
Ímeðan David og Bjørki stríddust við at seta akvarium upp, vórðu nógvar myndir tiknar av húsinum áðrenn akvariumið varð liðugt og av kørunum áðrenn nakar sjógvur ella nakrir fiskar vóru komnir í tey.
|