Starv

Stjóri til nýggja sjósavnið

Føroyar eru ein sjóvinnutjóð mitt í Norðuratlantshavinum. Tí hava leingi verið ætlanir um at gera eitt veruligt sjósavn, ofta kallað “mest upplagda savnið í Føroyum.” Hesin dreymurin verður nú veruleiki. Arkitektauppskot er gjørt, og partur av fíggingini fingin til vega. Nýggja sjósavnið verður ein stásiligur bygningur beint við innsiglingina til høvuðsstaðin, ið fer at rúma fjølbroyttum virksemi. At standa á odda fyri nýggja Føroya Sjósavni verður nú søkt eftir stjóra.


Stjórin skal leiða arbeiðið at fáa fígging endaliga upp á pláss, standa fyri byggingini og síðani at reka og menna nýggja savnið, ið skal vera ein miðdepil fyri altjóða gransking í arktiska havøkinum, sum Føroyar eru partur av.
Høvuðsendamálið hjá Føroya Sjósavni er at granska í og miðla vitan um føroysku náttúruna, serliga í sjónum. Hendan miðlanin fer fram á framsýningini av livandi verum í kørum, umframt í Náttúruskúlanum, ið verður sera nógv brúktur av skúlum og barnaansingarstovnum.


Føroya Sjósavn lat upp fyri almenninginum í 2007. Tað er sjálvsognarstovnur, fíggjaður við inntøkunum frá rakstrinum og rakstrarjáttan frá Tórshavnar kommunu og landinum. Enska heitið á stovninum verður “Arctic Centre for Sustainable Marine Environment.”

Tínir førleikar


Tú skalt duga at gera savnið til ein livandi miðdepil, ið dregur børn, føroyingar og ferðafólki til sín, har tey kunnu uppliva og læra um alt tað, sum livir í havinum kring Føroyar.

Tú skalt menna savnið til at gerast eitt altjóða sjósavn við góðum kørmum, sum vekir stoltleika og virðing. Harumframt:

  • Duga samskifti og tænastu
  • Hava innlit í rakstur og fíggjarstýring
  • Helst hava innlit í lívfrøði og tøkni
  • Helst hava leiðsluroyndir og evnir at leiða verkætlanir
  • Duga væl at samstarva við vinnu, myndugleikar, granskingarstovnar og aðrar áhugapartar
  • Vera livandi miðdepilin á stovninum og taka eina hond í, har tað krevst

Løn og setanarviðurskifti

Stjórin verður løntur eftir almennu sáttmálunum innan avvarðandi øki. Nevndin setir stjóran.


Umsóknarfreistin er 20. apríl 2023.


Starvið verður sett skjótast til ber.


Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.


Umsóknir skulu sendast inn umvegis skipanina Alfred. Fyrispurningar kunnu sendast til formannin, Dánial Hoydal: dhoydal@sjosavn.net ella við at ringja tlf.: 214 212


Søkjast skal umvegis Alfred