|
Skúlatænastan
Síðani Føroya Sjósavn lat upp, hava vit havt nógvar skúlaflokkar á vitjan. Eisini frítíðarskúlar, barnagarðsstovur og vøggustovur hava verið raskar at vitjað okkum á Sjósavninum.
Tað hevur frá byrjanini verið eitt av aðalmálunum hjá Føroya Sjósavni, at menna eina góða skúlatænastu, har sum ungdómar og børn skulu fáa møguleikan at nema sær kunnleika til lívið í sjónum rundan um okkum.

Frá 1. mars 2010 hevur Mentamálaráðið játtað Føroya Sjósavni ein savnslærara, sum skal taka sær av vitjanum frá skúlum og øðrum bólkum.
Fari er tí undir at byggja upp eina skúlatænastu, har skúlar og onnur, ið koma at vitja, eisini kunnu gera ymsar royndir her á staðnum.
Ætlanin er at gera eina royndarstovu í erva á Sjósavninum, har møguleiki verður at gera ymsar royndir. Hesa er Tórshavnar kommuna sinnað at innrætta, meðan MMR hevur latið 50.000 kr av veddingar-pengunum til útgerð til royndarhølið.
Eisini verður framleitt tilfar, ið skúlar kunnu brúka á skúlanum, áðrenn teir koma at vitja.
Roynt verður eisini at gera eina undirvísingargongd her á savninum, ið stuðlar undir ta vanligu undirvísingina á skúlunum um lívið í sjónum.
Nógv orka fór til at fyrireika savnsfagnaðin. Hesin var aftur í ár - fyrst í heystfrítíðini fyri almenningin og vikuna eftir fyri skúla- flokkar (4.-6. fl).
Savnslærarin, Símun Berg, er at hitta á tlf. 50 51 21 og á teldupostadressu: simun.berg@skulin.fo
Dagført: 28. feb. 2011
|