|
|
Akvarium í Íshúsinum
Byrjaði sum ein verkætlan
fíggjað av Tórshavnar býráð
Í nógvum førum hava tankar verið frammi, um at stovnseta eitt akvarium í Føroyum. Royndir vóru gjørdar í kjallarinum í fiskahúsinum í Kaldbak fyrst í hálfemsunum og áhugin fyri hesum smáu royndum var ómetaliga stórur. Síðst í hálfemsunum var ætlanin at byggja eitt stórt akvarium í Sandágerði í samband við eina samanlegging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavni og Náttúruvísindadeildini á Fóðskaparsetri Føroya. Hendan ætlanin fór fyri bakka, men íshúsið á Argjum stóð framvegis niðri við sjóvarmálan á Argjum. Eitt framúr stað til endamálið. Í 2005 samlaði Bjørki Geyti ein áhugabólk rundan um seg, og søkt varð um at fáa loyvi at nýta íshúsið til akvarium. Saman við peningi til smærri íløgur og rakstur játtaði býráðið í 2005 at lata íshúsið og øki rundanum til endamálið. Harumframt játtaði býráðið at fíggjað raksturin av verkætlan gluggahyljar í 2006.
Áhugabólkurin
Ein áhugabólkur er settur saman av fólki, sum av ymsum orsøkum hava áhugað í akvariuminum. Harumframt eru fólkini í áhugabólkinum til gagns fyri verkætlanina við tað, at tey við sínum førleikum kunnu stuðla uppundir akvariumið. Gunnar Djurhuus og Bjørki Geyti hava báðir starvast á Biofar. Teir eru kavarar, og hava drúgvar royndir við ymsum maritimum arbeiði. Hørdur Wardum hevur drúgvar royndir frá alivinnuni. Magnus Gaard er lívfrøðingur við granskingar, framsýningar og undirvísingarroyndum, og Suni Petersen er verkfrøðingur á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvstovuni.
Arbeiði í 2006
Teknisk leiðsla og góðar hendur er neyðugt fyri at stápla eitt akvarium uppá beinini. David Geyti, sum er útbúgvin fínmekanikari, og hevur starvast á Experimentarium í Keypmannahavn, hevur saman við pápa sínum Bjørka, staði fyri øllum tí praktiska arbeiðinum í 2006. Nógvar fyritøkur og fólk hava víst verkætlanini stóra vælvild við at lata arbeiðið gera sera bíliga ella at lata tilfar fyri niðursettan prís.
Framtíðin
At vit ikki fyri langari tíð síðan hava fingið eitt stórt akvarium í Føroyum kan tykjast løgi. 18 oyggjar mitt í Norðuratlantshavi, við einum veldigum lívfrøðiligum margfeldi í sjónum beint uttan fyri dyrnar hjá okkum. Ofta hevur tað verið havt á tungu, men altíð hevur vegurin frá talu til gerning verið ov tungur. Allar ætlanir, bæði stórar og smáar, eru farnar frá skriviborðinum og niður í onkra skuffu. Hendan verkætlanin er ein roynd at gera júst øvugt. At seta akvariumið upp fyrst fyri at fáa royndirnar, og síðan í smáum ella stórum at byggja út so hvørt sum pengar og vilji er til tess. Vit fara nú at fáa møguleikan at læra okkum hvørji dýr eru góð at hava í einum akvariumi og hvørji eru trupul at fáast við. Vit fáa møguleikan at royna ymsar framsýningar og aktivitetir til barnagarðsstovur, skúlaflokkar, pedagogar, lærarar og almenningin. Við somu vælvild frá býráðnum í 2007 og vónandi við øðrum inntøkum og stuðli afturat, skuldi verið møguligt at fingið akvariumið í eina fasta legu. |