Fiskasløg á Føroya Sjósavni

 

Tað eru 247 ymisk fiskasløg funnin um okkara leiðir. Sjósavnið hevur altíð havt 30-40 ymisk fiskasløg í framsýningini. Øll fiskasløgini eru fingin í føroyskum sjógvi.

 

Hávar

Á Sjósavninum eru fimm smáblettutir reyðhávar Scyliorhinus caniculus, ið tykjast trívast væl. 

Vit hava eisini vanliga hávin Squalus acanthias, men tað er misjavnt, hvussu teir trívast, tí teir krevja helst størri akvarium.

Reyðhávarnir eru raskir at gýta, men tað kemur bara ungi úr eggunum, tá vit fáa kvidnar honir inn á Sjósavnið.

 

 

Tvey skøtusløg

Skøtur eru nær í ætt við hávar, tí bæði eru bróskfiskar. Á Sjósavninum er naglaskøta Raja clavata, tindaskøtu Raja radiata (deyð) og nebbaskøta Leucoraja fullonica

Á Sjósavninum hava vit eisini havt vanliga skøtu Raja batis, men stórar skøtur krevja nógv pláss, skulu tær trívast í longri tíð.

Havmús Chimaera monstrosa er eisini ein bróskfiskur. Men tað er ikki eydnast enn at fáa havmús at liva í longri tíð á Sjósavninum.

 

Toskafiskar og aðrir fiskar

Nógv av teimum vanligu fiskasløgunum um okkara leiðir eru úr toskaættini. Nevnast kunnu vanligur toskur Gadus morhua, hýsa Melanogrammus aeglefinus, upsi Pollachius virens, longa Molva molva, hvítingur Merlangius merlangus, lýrur Pollachius pollachius og brosma Brosme brosme. Øll nevndu sløgini trívast væl á Sjósavninum. Tíverri hava vit ikki brosmu og hvíting. Men hýsu, ið vit ikki hava havt í longri tíð, tí tær eru so truplar at fáa livandi úr sjónum, hava vit í løtuni fleiri av.

Onnur fiskasløg á Sjósavninum eru: Blettuta hornabrosma Gaidropsarus vulgaris, rognkelsi Cyclopterus lumpus (deytt), állur Anguilla anguilla, ulka Myoxocephalus scorpius, grønakrutt Taurulus bubalis, tarabrosma Pholis gunnellus, multa Chelon labrosus, sjósíl Salmo trutta, lítli kongafiskur Sebastes viviparus, havállur Conger conger.

Javnan fáa vit inn liri Anarhichas minor og blágóma Anarchichas denticulatus. Men tíverri tola teir ikki sjóhitan um summarið, so eingin av hesum er í løtuni. Harafturímóti hava vit aftur fingið vanligan steinbít Anarhichas lupus.

Hesir flatfiskar eru eisini á Sjósavninum: Kalvi Hippoglossus hippoglossus, reyðsprøka Pleuronectes platessa, tunga Microstomus kitt, skrubba Limanda limanda og ósaskrubba Platichtys flesus.

 

 

Búmerkið er eitt kombikk

Tann fiskur, sum øll føroysk børn kenna, er kombikkið. Tí varð avrátt, at búmerkið hjá Sjósavninum skuldi vera eitt kombikk Gasterosteus aculeatus.

Í somu ætt sum kombikk er strentingur Spinachia spinachia. Hann hava vit eisini havt nakrar av á Sjósavninum. Sjóprón Entelurus aequoreus hava vit eisini havt.

 

Stubbar

Í løtuni hava vit 3 stubbasløg, nevniliga Tvíprikkuti stubbi Gobiusculus flavescens, Sprøklutur stubbi Pomatoschistus pictus  og sandstubbi Pomatoschistus minutus.

 

 

 Tvíprikkuti stubbi                     Sprøklutur stubbi                     Sandstubbi

 

Ryggleys dýr á Sjósavninum

Eitt ótrúligt margfeldi av ryggleysum dýrum liva í sjónum við Føroyar. Ganga vit ein túr á stórari fjøru, gerast vit varug við eitt yðjandi lív av marflugum, krabbum, skeljum, gággum og mongum øðrum løgnum skapningum, ið allir eru ein vitnisburður um eitt fjøllbroytt lív í sjónum og eina millióna ára gamla náttúrusøgu.

Á Sjósavninum hava vit serliga góðar møguleikar at húsa nógvum sløgum av ryggleysum dýrum. Sjósavnið hevur eina støðuga útskifting av sjógvi, og tí ber til hjá okkum at geva ryggleysum dýrum serliga góðar umstøður. Nógv av teimum ryggleysu dýrunum síla smáar bitar av mati úr sjónum. Høvdu vit ikki støðuga útskifting av sjógvi, so hevði tað verið nógv truplari at hildið hesum dýrum á lívi.

 

Krabbadýr, lindýr og tindadýr 

Í øllum akvarium á Sjósavninum er ein ørgrynna av bæði krabbadýrum, lindýrum og tindadýrum. Mest eyðsýniliga lindýrið er uttan iva áttaermdi høgguslokkurin Eledone eledone. Vit hava tveir slíkar, ið eru fingnir í hummararúsum. Vit hava eisini  jómfrúhummara Nephrops norvegicus.

Onnur lindýr eru tvískelirnar kræklingur Mytilus edulis, øða Modiolus modiolus, jákupskel Aequipecten opercularis, kúpuskel/kúfiskur Artica islandica  og aðrar. Her eru eisini agngágga Buccinum undatum og streymgágga Neptunea antiqua

Gjar Balanus balanoides  er eitt krabbadýr. Av teimum stóru krabbunum við tíggju beinum eru: vanligur fjørukrabbi Carcinus maenas , lúsakrabbi Hyas araneus, gággukrabbi Pagurus bernhardus, trøllakrabbi Lithódes mája, taskukrabbi Cáncer pagúrus og reyðkrabbi.

Tindadýrini eru eisini nógv. Vanligur krossfiskur Asterias rubens, sjósól Crossaster papposus, slangustjørnur Ophiora albidea og trælsrassur Cucumaria frondosa eru tey mest eyðsýndu.

Børnum dámar sera væl at nerta við og kanna dýrini í langa rørikarinum.

 

Sjósniglar

Sum nakað nýtt hevur Sjósavnið fingið nakað av sjósniglum og líknandi verum. Tað eru nakrir froskmenn, ið hava fingið tokkað til hesar vøkru skapningar. Vit hava savnað nakrar av hesum í einum lítlum akvarium fyri seg. Myndarøð um sjósniglar sæst í okkara myndasavni.

Tíverri er teir avmyndaðu sjósniglarnir deyðir, men vit hava fingið onkrar nýggjar frá froskmonnum.

 

Dagført: 28. feb. 2011

 

Føroya Sjósavn © 2007 • Privacy Policy • Terms of Use

www.sjosavn.net