Sum lundi á jólanátt
Í tí eina akvariuminum á sjósavninum er ongin sjógvur nú um jólini.
Vanliga verđur sagt, um onkran, sum er sjáldsamur gestur, at hann er sum lundi á jólanátt. Vit hava havt nógvar sjáldsamar gestir á sjósavninum síđan tađ lat upp á vári í farna ári. Vit hava m.a. havt vitjan av einum 1,5 m langum gráhávi, sum tó helt at kariđ hann var komin í var ov lítiđ. Úlvfiskarnir, sum trívast vćl á sjósavninum framvegis, eru sjáldsamir gestir á skipsdekki í Fřroyum, teir liva vanliga á so mikiđ stórum dýpi, at tađ var ikki vćntandi at teir fóru at trívast so vćl hjá okkum. Men nú eru veruligir lundar komnir á vitjan í sjósavninum. Sum kunnugt, so livir lundi ikki í sjónum, men á sjónum. Vit hava tí latiđ allan sjógvin úr tí eina karinum, so at allir lundarnir viđ nissuhúgvum kunnu gleđa stór og smá nú um jólini.
