Lir á sjósavninum
Tá ið Bjørki í morgun 19/11 kom oman á sjósavnið, legði hann til merkis nøkur egg til støddar við ertrar, á botninum á tí langa stóra karinum. Tað vísir seg at tann eini lirin hevur gýtt.
Vísindamenn kenna ikki so nógv til nøringina hjá liri. Teir kenna munandi betur nøringina hjá tí nærskilda steinbítinum. Steinbítur gýtir um veturin 20.000 egg á botnin. Kallfiskurin verjir eggini til tey klekjast. Aftaná 2 mánaðir klekist ein larva úr egginum. Blommusekkurin er ikki uppi tá. Larvan kann tískil liva uttan føði í fleiri mánaðir. Tá ið blommusekkurin er uppi fer larvan upp í sjógvin eina tíð. Tá ið larvan er 5-6 cm. til longdar ferð hon á botn at liva. Av tí at liri og steinbítur eru so nær skildir er ógvuliga sannlíkt at nøringin hjá hesum báðum fiskasløgunum líkist.
Vit fara nú fyrst at finna útav um eggini yvirhøvur eru gitin, og um tey er , fara vit at royna at halda teimum á lívi, um tað ikki verður alt ov trupult.
So møguliga verður meira at lesa um nøringina hjá lira á www.sjosavn.net í vetur. Hygg inná heimasíðuna av og á fyri at vita.




