Ågot enn einaferð!

Línuskipið Ágot úr Klaksvík og manning tess, hava, líka síðani Føroya Sjósavn lat upp fyri einum hálvum ári síðani, verið hollir stuðlar hjá Føroya Sjósavni. Mikudagin gjørdu teir tað aftur! Teir komu inn við 3 fínum lirum, og ikki minni enn 4 úlvfiskum. Tann eini úlvfiskurin er tíverri longu deyður, men vit vóna tað besta um hinar úlvfiskarnar.

Úlvfiskarnar fekk Ágot á 250 favna dýpi á Íslandsrygginum.  Úlvfiskur er  úr vestara parti av Barentshavinum, við Svalbard, á Íslandsrygginum og á Hetlandsrennuni.
Úlvfiskur er ein botnfiskur, sum finst á dýpum millum 500 og 1500 metrar. Hann gerst í mesta lagið 90 cm langur, men er mest vanliga ímillum 50-60 cm.

 


 

Føroya Sjósavn © 2007 • Privacy Policy • Terms of Use

www.sjosavn.net