Heystfagnaður 2007                                                 Tíðindaskriv, 9.okt 2007

Skríðandi, tysjandi, froysandi náttúra!

 

Mánadag til fríggjadag, 15.okt – 19.okt, kl 11 - 16

 

 

Føroyska náttúran er rík og fjøllbroytt.  Á landi, í havinum, í jørðini. Tað ræður bara um, at vit hava eyguni við okkum. Veitst tú, at tað finnast meir enn 80 ymisk sløg av eiturkoppum í Føroyum og meir enn 100 sløg av flugum? Kanska ert tú heppin og finnur eiturkoppin ella klukkuna, sum hava fjalt seg á heystfagnaðinum. Um tú torir!

 

Náttúrugripasavnið á Debesartrøð og Sjósavnið í Sandágerði bjóða øllum børnum og vaksnum til hugtakandi upplivingar og stuttligar uppgávur alla heystfrítíðina. Leitið eftir plantum og steinum! Leitið eftir skriðkyktum, fiskum, krabbum og krossfiskum! Summi hava enntá fjalt seg úti í grasinum ella uppi í trøunum. 

 

Sum nakað heilt nýtt eru nakrar gátur, sum bert kunnu loysast um børn og vaksin í felag hjálpa hvør øðrum. Vit skulu ikki avdúka fleiri loynidómar, men bert siga, at tann vaksni megnar ikki einsamallur at loysa uppgávuna!

 

Heystfagnaðurin er felags átak hjá Jarðfeingi, nýggju Umhvørvisstovuni og Sjósavninum.

 

 


Opið er kl 11mánadag 15.okt til fríggjadag 19.okt. Kl. 11 til kl. 16

Náttúrugripasavni                                       ókeypis atgongd

Sjósavnið                             kr 30 fyri vaksin og kr 15  fyri børn

 

Prísirnir á sjósavninum eru bert galdandi frá mánadag til fríggjadag í heystfrítíðini

 

9.oktober 2007

Jarðfeingi, Umhvørvisstovan og Sjósavnið

 

 

 

 

 

 

 

Føroya Sjósavn © 2007 • Privacy Policy • Terms of Use

www.sjosavn.net